Brand
Kundi
Burðardygt vinnulív

Tólv fyritøkur. Eitt endamál. Burðardygt vinnuliv er ein felagsskapur, sum mennir burðardyggar mannagongdir til føroyskar fyritøkur við atliti at avbjóðingum við veðurlagsbroytingum, heilsustøðuni í havinum og tapi av lívfrøðiligum margfeldi. Orðingin er greið: um vit skulu náa at minka okkara CO2-útlát niður í helvt áðrenn 2030, mugu vit arbeiða saman heldur enn hvør í sínum lagi.

Gott design hevur ein sera viðkomandi leiklut í hesum. Tí miðlingin av innihaldinum er júst líka týdningarmikil sum innihaldið sjálvt. Gott design ger, at fólk tíma at lesa um hesi lyftini og tølini. Tað, sum summi vildu sagt er torskilt og turrisligt, kann gott design gera greitt og áhugavert.