Vit eru Sendistovan
Hvørt strok og hvørt klikk snýr seg um design og tann, vit gera design fyri. Ring ella skriva til okkara. Vit eru her fyri teg.
Ann-Mari dugir gand og hevur skapanarevni sum fá. Og burtur úr ongum fær hon altíð tað vakrasta, lekkrasta, heitasta og feitasta fram. Hennara grafiska eyga verður ikki tikið.
Búgvi var ikki føddur í gjár. Hann er útbúgvin MSc í Advanced Marketing Management. Men allíkavæl er hann ikki bundin at viti og skili: Hann er ein maður við hugsjónum. Tí Búgvi hugsavnar seg ikki um, hvussu tingini eru - men heldur hvussu tey áttu at verið.
Christian fær aldrin skeiva beinið úr songini. Nei, hann loypur út í dagin við báðum beinum. Hann hevur nógv ár á baki í vinnulívinum, men Christian er ikki sølumaður. Hann er tænastuveitari. Tí hann fer ígjøgnum eld og vatn fyri at veita eina góða tænastu.
Dánjal er eitt sindur øðrvísi enn aðrir sniðgevar. Hann er hálvur hvalbingur, sært tú. Hansara arbeiðslag ber brá av hesum serliga hvalbiarhegni: Hann unnar sær ikki hvíld. Og eins og aðrir hvalbingar kennir hann hárfínu javnvágina millum kleyvarskap og lýtaleyst avrik.
Útbúgvin digital-konseptmennari? Check! Útbúgvin skeltateknikari? Check! Íverksetaratýpa, sum dámar væl at ruska upp í dunnuhylinum og brennir fyri at læra nýggj ting? Check! Eina hálvgrikska unnustu við hús, sum hevur lært hann at gera eina sjúka moussaka? Check! (Takk, Marina!)
Hans ger web-menning. Frá fyrsta degi hann trein inn í Sendistovuna, hakkaði hann seg inn í hjørtu okkara. Við fleiri virðislønum á baki er hann vorðin ein tann stinnasti web-mennarin í landinum.
Sum ábyrgdarsniðgevi hevur Ingrið nógva, ja, ábyrgd. Hon er nemliga primus motor í kreativa toyminum. Hon letur hugskotini í og tryggjar teimum ein samanhang yvir tíð og rúm. Í so máta er hon byrjanin og endin. Vit spegla okkum í Ingrið.
Katrin veit, at vinnulívið er, sum Harra Gud vil. Vilt tú fylgja við, mást tú tillaga teg. Við drúgvum royndum og hollari vitan torir hon at taka avgerðir av eintingum. Hon hugsar skjótt og ber eyga við hvønn einasta smálut. Katrin er so klárvakin.
Svabo er sniðgevin, sum bara dugir ALT. Hon áhugar seg eisini fyri øllum. Lívið skal jú livast. La dolce vita. Ája. Svabo dugir eisini italskt. Bara soleiðis. Men at siga nei til eina arbeiðsuppgávu dugir hon ikki. Ein eldsál, sum neyvan fær sín líka.
Maibritt sleppur tú ikki undan. Hon bæði sæst og hoyrist, og hon er altíð í sving. Og so elskar hon design. Ja, so nógv, at um Maibritt loysir eina designuppgávu fyri teg, so kanst tú vænta, at hon stendur og hoppar og sprellar við síðnar av tær, meðan hon vísir tær, hvat hon hevur funnið fram til.
Fyrst fær Niels eitt svakt hugskot. So eitt aftrat. So koyrir hann hugskotini í song saman: Svøk baby-hugskot síggja dagsins ljós, og tey leggja allan heimin undir seg ... Og Niels setir seg afturá aftur og yppir øksl, meðan tiltikna skálkasmílið hómast.
Gerst partur av toyminum
Á Sendistovuni leita vit altíð eftir nýggjum talentum. Og um vit ikki hava nakað tøkt starv beint nú, so kunnu tað koma boð eftir tær seinni.
Send okkum nakrar reglur á starv@sendistovan.fo