Dátuverndarkunning
Sp/f Sendistovan ("Sendistovan", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um okkara kundar, starvsfólk og veitarar. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá ið Sendistovan umsitur starvsfólkaviðurskifti umframt kunda- og veitarasamstørv, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.
Tá ið Sendistovan veitir kundum okkara heimasíðuloysnir og aðrar ískoytis tænastur í hesum sambandi, er Sendistovan dátuviðgerði og virkar eftir boðum frá kundanum.
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Heimasíða okkara www.sendistovan.fo nýtir ikki farspor, og skráseta vit sostatt ongar upplýsingar um teg ella tína tóleind (teldu/teldil/snildfon) sum vitjandi á heimasíðuni.
Vit nýta greiningaramboðið Plausible til at greina ferðsluna á heimasíðu okkara. Skrásetingar frá skipanini eru dulnevndar soleiðis at ongar persónupplýsingar verða skráseta ella viðgjørdar.
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir nýggjum starvsfólkum, undir hesum at føra eina setanartilgongd og meta um førleikarnar hjá møguligum umsøkjara ella komandi starvsfólki.
Í ávísum føri kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv ístaðin skuldi blivið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 6 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar.
Ítøkiligir og góðkendir undirveitarar eru lýstir í teimum einstøku dátuviðgerðaravtalunum millum Sendistovuna og kundar okkara.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara kundasamstarv við kundan er virkið. Verða vit kunnað um, at starvsfólk hjá kunda okkara ikki starvast hjá kundanum longur, verða hesir strikaðir.
Harumframt viðgera vit vanligar persónsupplýsingar um starvsfólk hjá veitaranum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram. Verða vit kunnað um, at starvsfólk hjá veitara okkara ikki starvast hjá veitaranum longur, verða hesir strikaðir.
Tíni rættindi
Sum skrásett/ur hevur tú ávís rættindi, sum Sendistovan hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar; at Sendistovan avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum; nýta tín rætt til dátuflutning; ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónsupplýsingar, grundað á samtykki, hevur tú altíð rættin at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki, ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, so send okkum ein teldupost á innlit@sendistovan.fo
Spurningar?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at koma inn á gólv.
Sp/f Sendistovan
Stiðjagøta 11
FO-100 Tórshavn
+298 347 150
samband@sendistovan.fo
www.sendistovan.fo
Kæra
Um tú ynskir at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin at senda okkum ein teldupost til innlit@sendistovan.fo og lýsa málið. Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Tú hevur eisini rætt at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 12-12-2022.