Rúmligt
Kundi
Vestnorden

Tá ið Føroyar aftur vóru vertir fyri Vestnorden í 2024, var tað í einari hamskiftari stórhøll á Hálsi – og onki var sum tað plagdi. Hetta er eitt gott dømi um at “jú nærri tú hyggur, tess meira varnast tú”.

Serstakliga nógvar sergjørdar loysnir, nú farið varð frá at brúka klassisku básaveggirnar, og serlig herðsla var á at brúka so nógv endurnýtt tilfar sum gjørligt. Og um tilfarið ikki var endurnýtt til tiltakið, so bleiv tað endurnýtt til onnur endamál aftan á tilakið.

Grunddesignið er sera einfalt at síggja til – men einfaldasta loysnin er jú altíð tann, sum krevur mest.

Spønplátur, fresað grót, plattar, pútuvár, byggiplássljósseting, ull og enntá súkkluslangur vóru á tilfarslistanum. Sergjørd øki við læntum plattum, og áskoðaraplássini vórðu drigin uppí, við til høvið gjørd borð at sita við.

Til samans ein snøgg og nýskapandi loysn, sum Sendistovan designaði, og Dekostovan bygdi.