Alt gott design hevur eitt endamál. Hetta er søgan um okkara design. Hví vit sóu út, sum vit einaferð gjørdu, og hví vit ikki gera tað meir. Vit hava gjøgnum ár og dag lært, at okkara design ikki bert skal siga, hvat vit gera – men eisini hvørji vit eru.
Einaferð var tað eitt reprovirki. Hetta virkið helt til í ljótastu húsunum í Havn. Reprovirkið vildi heldur verða eitt lýsingavirki. Repro var á veg út, tøkniliga, og tað var so handverkarasligt og ósexut. Ein dagin hittu tey eitt annað virki, sum dugdi sera væl messur og skelting. Og hetta virkið vildi eisini vera eitt lýsingavirki.
Uttanífrá og inn
So tey løgdu saman, leigaðu ein flottan bygning og fingu sær eitt flott navn. Og fyri at eingin skuldi ivast í, at tey vóru sera stílfull og øgiliga professionell, so varð nógv gjørt burturúr, so at tey eisini sóu stílfull og professionell út: vápnaskjøldur, klædningar og fancy visittkort og (ikki minst) fancy fakúttrykk.
Árini gingu, og fyritøkan búnaðist. Hon kom at hvíla meira í sær sjálvari. Hon lærdi, at stílfult og professionelt er nokk so kalt. Klædningurin passaði í roynd og veru ikki so væl. Tað var faktiskt nokk so falskt tað heila, tí útgangsstøðið fyri sniði og stíli kom ikki innanífrá. Vit skuldu prógva okkurt. Ikki gott. Sæð í baksýni púra klikkað.
Man lærir so leingi man livir
Og fyritøkan bleiv meira fokuserað. Hvassari. Miðvísari. Vit viðurkendu, at tøkni kemur og fer, men at design fer ongan veg. Og um tú roynir at duga alt, so verður tú ongantíð serfrøðingur í nøkrum. Skeltaparturin fekk egið brand: Dekostovan.
Samstundis var tað ikki longur neyðugt at síggja klók, fín og dýr út. Um vit bara gera okkum sera stóran ómak at gera eitt gott arbeiði – hvørja ferð og til tíðina – so skal restin nokk koma. Og alt tað fína – klædningarnir, vápnaskjøldurin og fakúttrykkini – endaði í skrellispannini.
Vanliga siga vit, at samskifti skal hugsast uttanífrá og inn. Hugsa kundan fyrst. Men samleiki eigur altíð at hugsast innanífrá og út. Duh.
Eitt ektað, logiskt, minniligt og estetiskt design
Vælkomin til nýggju Sendistovuna. Ein fyritøka, sum skapar meirvirði gjøgnum design. Og sum ikki bara dámar og fæst við design. Men sum andar og livir design.
Sendistovan tók sítt egna medisin og fekk nýggjan virkissamleika. Navnið og navnamerkið er bert eitt av elementunum. Og tað er í svørtum og hvítum. Lætt og elegant. Tíðarleyst.
Síðani koma litir og skap, sum fortelja søguna um design. Logiski ferningurin, estetiski rundingurin, minniligi trýkanturin og ektaða hjartað. Eingir fastir litir. Teir skifta vit út so hvørt. Tí vit kunnu.
Og so skriftin. Ooooh skriftin. Sum Alex í Prag hevur sniðgivið og síðan tillagað til okkum. Ein hámodernað, brutalistisk nýtulking av Baskerville. Og variabul enntá, so hon dugir nøkur triks. Og hasir seriffarnir!
Sendistovan skal osa av design, samskifta í eygnahædd og verða við til at gera verðina greiðari og vakrari, enn hon var frammanundan. Alt design eigur at hava eitt endamál. Og nú kennir tú endamálið við okkara.