Okkara tilgongd

Rinka: Branding í sínum reinasta formi

17
January 2020
Niels

Eitt føroyskt brand til føroyskan laks. Hetta er søgan um, hvussu design og branding kunnu hava fleiri endamál í senn. Og at sniðgeva til ein annan heimspart. Tí tá ið tú frammanundan hevur eina vøru, sum er í heimsflokki, so kann design virðisøkja hesa vøru.

Mowi er heimsins størsti laksaframleiðari, og fimti hvør alilaksur í heiminum er frá Mowi. Men hvussu skal ein sushi-kokkur í Los Angeles vita, at tað júst er føroyskur laksur frá Mowi, sum hann er so heppin at hava fingið? Svarið er branding.

Sendistovan hevur saman við Mowi Faroe Islands designað, navngivið og framleitt Rinku, Føroya nýggjasta laksabrand.

Mynd av íblástri til at brúka laks til sushi

Fleiri endamál

Tað vóru trý endamál við brandingini. Tað fyrsta var at gera tað lætt hjá brúkaranum, serliga sushi-kokkum í USA, at velja sama góða laks umaftur. Hetta bleiv loyst við at branda eskjurnar og seta táknumerki í laksin, so tað var teimum greitt, hvussu laksurin eitur. So næstu ferð laksur skal keypast, er tað lætt at biðja um júst hendan laksin. Hetta er branding í sínum upprunaformi. Orðið merkir jú at brennimerkja, og tað var gamalt at brenna sítt navn ella stavir í djórini, eins og vit í Føroyum marka seyð. So sær man, hvør eigur, og hvaðani tað stavar.

Mynd av Rinka búmerkinum

Mowi í Føroyum

Eitt annað endamálið var at gera føroyska laksin hjá Mowi kendan í Føroyum. Mowi alir á fleiri firðum og hevur støðir nógvastaðni í Føroyum og er ein av bara trimum alifyritøkum, sum virka í Føroyum. Rinka skuldi tryggja, at bæði starvsfólk og vanligi føroyingurin fóru at kenna vøruna, sum Mowi útflytir til allan heim: Føroyingar skuldu gerast ernir av Rinku. Og í tí sambandinum bleiv Rinka eisini gjørd sum vøra til føroyska húsarhaldið, so vit kunnu borðreiða við Rinku heima hjá okkum sjálvum.

Mynd av laksa pakningi og borðeitt

Virðisøking

Triðja endamálið var virðisøking. Um vit eyðmerkja laksin og fortelja søguna um upprunan, upphavið og góðskuna, so fæst meira fyri hann. Føroyskur laksur er frammanundan virdur sum heimsins besti. Men eitt er góðska. Nakað heilt annað er uppfatað góðska. Og her kann branding gera stóran mun og skapa meirvirði. Tí jú betur tú kennir eina vøru, jú betur kanst tú seta prís upp á eina vøru. Og har gekk sjón fyri søgn. Søluprísurin á Rinku øktist markant longu frá byrjan.

Ein skipað og tilætlað tilgongd

Fyri ikki at arbeiða í blindum varð ein marknaðarkanning gjørd millum kundarnar, bæði seljarar og keyparar, í USA. Hetta var skipað sum kvalitativ telefoninterview, har vit lærdu um uppfatan, motiv og tankar hjá báðum pørtum. Og her var greitt, at branding bleiv beinleiðis eftirspurd.

Sniðið hevur ein greiðan norðurlendskan dám. Reint og hvítt design við Merkinum í miðdeplinum. Navnið Rinka varð valt av fleiri orsøkum. Tað er bæði lætt at siga og skriva og riggar á flestøllum málum. Eisini varð tryggjað, at sama navn ikki bleiv brúkt til annað, sum kundi órógva. Og so er Rinka ein tilsiping til Rinkusteinarnar í Oyndarfirði, har Mowi heldur til.

Mynd av einum heilum laksi

Laksur er femininur

Tað er áhugavert, at tað verður skilt millum oksakjøt, svínakjøt, høsnakjøt, fisk – og so laks, sum er sín heilt egni bólkur. Eitt annað innlit, sum er áhugavert, er, at laksur verður fataður sum femininur. Og júst tí er Rinka eitt feminint navn, og tá ið Rinka verður umrødd, so er tað altíð sum “hon”, og ikki “hann”.

Rinka er branding, tá branding er best: Ein vørumerking, sum ger meirsølu lættari, eitt design, sum endurspeglar góðskuna, og ein søguforteljing, sum skapar meirvirði í krónum og oyrum. Ferðin hjá Rinku er júst byrjað. Og vit eru errin um úrslitini, sum brandingin skapar.