Okkara tilgongd

Apoteksverkið: Eitt redesign, sum spardi pening

15
June 2020
Niels

Hetta er søgan um, hvussu design bæði kann gera eitt brand greiðari og vakrari og samstundis gera samskiftið meira tilætlað og effektivt, so tað sparir pening í longdini.

Apoteksverkið vendi sær til okkara fyri at tosa um design. Brandið, sniðið og úttrykkið hevði ikki fylgt við tíðini, og stundin var komin til eitt redesign. Eitt redesign, sum skuldi tryggja, at Apoteksverkið bleiv sæð sum modernað, fakligt og professionelt: Ein stovnur, sum partur av bæði tilbúgving og heilsuverki, eigur og skal hava álit millum kundar, myndugleikar og samstarvsfelagar.

Fyrr: fleiri búmerki

Frá seks búmerkjum til eitt

Fyriuttan at teirra design var vorðið eitt sindur gamaldags, var eisini ein annar trupulleiki. Allar deildir, øll apotekini, høvdu hvør sína útgávu av búmerkinum. Hetta kann hava sínar fyrimunir, serliga í stórum marknaðum og stórum fyritøkum: Hvør liður í fyritøkuni hevur hvør sítt bumerki, sum gevur bæði tign og stoltleika. Men hetta er ikki altíð besta loysnin her í Føroyum.

Tí tá ið hesin samleikin skal brúkast í verki, merkir hetta eisini økt framleiðsla og innkeyp. Um vit ímynda okkum at vit hava seks variantar av búmerkinum, so skulu vit sostatt hava seks ymiskar pennar, seks ymisk brævpappír og -bjálvar, seks ymiskar posar (í fleiri støddum) og so framvegis. Tað er dýrt, og tað er óneyðugt.

Ynskið var at skapa eitt nýtt design, sum hjálpti Apoteksverkinum at sýnast modernað, professionelt og fakliga dygdargott. Tað var í hesum sambandi, at vit komu fram á, at Apoteksverkið í grundini hevði fimm ymisk búmerki – eitt til hvørja deild. Hetta hevði so við sær nógva framleiðslu, sum kundi gerast skilabetri.

Nú: Eitt búmerki

Ein einføld, men pragmatisk loysn

Saman varð funnið fram til ein máta at gera tað einfaldari. Tað fyrsta, sum lá til høgrabeinið, var at strika “Føroya” úr navninum. “Apoteksverkið” sigur alt, enntá í bundnum formi, tað er bara eittans apoteksverk. Bundnið formurin avdúkar, at hetta er føroyskt.

Og so búmerkið. Eitt einfalt merki, sum samantvinnar krossin, umboðandi heilsu, og mortaran, sum umboðar apotekarahandverkið frá gamlari tíð. Blátt, sum vísir til tað farna, og grønt, sum vísir til tað nýggja.

Ein einføld, men áhugaverd, typografi varð vald, sum er samleikaberandi og gongur frá búmerki til alt tilfar: frá tablettgløsum til skelting og heimasíðu.

Og so deildirnar. Har tey fyrr høvdu havt hvør sína útgávu av búmerkinum varð gjørt av, at tað er eittans búmerki, og tað er tað hjá Apoteksverkinum. Tilvísingin til deildirnar varð loyst við adressum og aðrari kunning, so tað er greitt hvør deild samskiftir. Og við hesum kemur sparingin inn, tí Apoteksverkinum nýtist nú bert at prenta ein penn, ein blokk og eitt posasnið o.s.fr.

Mynd av einum penni, einum blokki og einum posa

Fakligt, professionelt og vinaligt design

Slagorðið hjá Apoteksverkinum er “Vit tryggja heilsuna”. Tey eiga lívið í nógvum føroyingum. Tí var tað sera týdningarmikið, at teirra design vísti hetta. Men umframt myndugleikauppgávur og heilivágsframleiðslu eru apotekini handlar, har vanligar vørur fáast til keyps. Tí skuldi designið eisini vera innbjóðandi og vinaligt.

Umframt grafiskan samleika og nýggjan logikk til deildarsamskifti varð eisini eitt design ment til allar vørurnar, sum Apoteksverkið framleiðir og selur. Hesar vørurnar eru kendar sum dygdarvørur, men designið hevur ikki staðið mát við alt tað útlendska, sum eisini stendur á hillunum. Vørurnar hjá Apoteksverkinum skulu fram í ljósmála og siga somu søgu um modernaðu, professionellu og dygdargóðu framleiðsluna her í Føroyum.

Fyri okkum, sum gera design, er hetta kanska tann allar mest spennandi uppgávan: At okkara design verður til eina ítøkiliga vøru, sum stendur á handilshillini og kappast við aðrar vørur, fyri síðani at enda í heiminum hjá fólki. Tá verður design ikki bara samskifti – tað verður partur av gerandisdegnum hjá fólki.