Okkara tilgongd

Talgildu Føroyar: Eitt risafet inn í talgildu øldina

1
December 2020
Búgvi

Talgildu Føroyar hava ment tvær ótrúligar tænastur. Vangan og Samleikan. Á Vanganum kunnu borgarar og fyritøkur samskifta við tað almenna á netinum, og til hetta krevst ein talgild og trygg undirskrift – Samleikin.

Tænasturnar eru í grundini somikið góðar, at tær næstan selja seg sjálvar, tí at tær gera tað lættari fyri borgaran at avgreiða síni viðurskifti við tað almenna á einum og sama stað, og tað almenna sparir útreiðslur upp á fyrisiting. Og spard króna er vunnin króna.

Vit hjálptu Talgildu Føroyum í at tryggja, at ein góðvild var til staðar, tá ið tey rullaðu tænasturnar út; at føroyingar tóku ímóti Samleikanum og Vanganum við opnum ørmum. Tað er ikki nóg mikið, at teknikkurin riggar. Skipanin skal eisini kennast væl.

Eitt sterkt brand

Til tess at skapa eitt sterkt brand fóru vit øll upp í design-helikoptaran at menna nøvnini, búmerkini, brand-design, brand-søgu, design av brúkaraflatu og -uppliving umframt boðskapir.

Nøvnini

Sumt varð til tíðir snikkað til av nýggjum, men tvey ting vóru frá fyrsta degi sligin fast við sjey tumma seymi. Nøvnini bæði.

Animatión frá einum eyga til samleika búmerkið

1. ‍Samleiki merkir tað, sum eyðkennir eitt menniskja ella eitt samfelag. Hetta er ikki eitt gamalt orð. Tað varð smíðað sum avloysari fyri orðið identitetur. Orðið samleiki hevur væl og virðiliga fótað sær í føroyska málinum. Vit tosa í dag um okkara egna persónliga samleika, um føroyska tjóðarsamleikan, ja sjálvt fyritøkur hava sín egna samleika. Sostatt er samleiki eitt orð, vit øll kenna frammanundan.

Men styrkin við orðinum er, at tað er óítøkiligt og hevur nógvar hjátýdningar. Tí tað vil samstundis siga, at orðið er tøkt, og at føroyingar nú framyvir fara at tosa um ein ítøkiligan samleika: Samleikin. Sum eisini er okkara samleikaprógv á netinum. Hetta er sum fótur í hosu.

Animatión frá einum lyklarholi til vanga búmerkið

2. Vangi er eitt elligamalt orð í føroyskum, sum gongur heilt aftur í norrønt. Og tá ið vit fingu sosialar miðlar, fekk orðið nýggja merking, tá vangi ella vangamynd fór at avloysa lánorðið profilur. Henda nýggja merkingin er eisini eitt sindur óítøkilig við ymiskum hjátýdningum, men aftur her blása vit nýtt lív í. Tí framyvir fara føroyingar at tosa um ein ítøkiligan vanga: Vangin.

Búmerkini

Búmerkið hjá Samleikanum myndar eitt eyga og ein lykil. Tí Samleikin er jú bæði eyðmerking og innritan. Búmerkið hjá Vanganum myndar ein persón og eitt lyklarhol. Hesi bæði hanga treytaleyst saman, tí vilt tú inn á Vangan, mást tú hava Samleikan.

Reint grafiskt er talan um tvey løtt og einføld búmerki. Tey eru rund og spælandi og mynda okkurt støðugt og tíðarleyst. Norðlýsislitpalettin gevur eina dýpd, og tann hvíti flatin ger, at tey fáa luft og sleppa at anda. Hendan hvíta bakgrundin strekkir seg so eisini út á tann flatan, har búmerkini liva.

Skrifttýpan ekkóar búmerkini. Hygg at harmoniini millum búmerkini og sirklarnar í teimum rundu bókstavunum (so sum a, e, g), og hvussu tjúkdin á búmerkjunum og bókstavunum gjøgnumgangandi er tann sama.

Harumframt er skrifttýpan bæði løtt at lesa og fleksibul í sínum úttrykki. Á Vanganum eru nógvir ymiskir avsendarar – Akstovan, Taks, kommunur  – tí má skrifttýpan bæði vera tíðarleys og rigga til gerandisligar eins og meira formellar uppgávur.

Appin

Endamálið við heildarloysnini var ikki bara, at føroyingar skuldu fáa sær Samleikan og Vangan. Okkara partur lá eisini í at gera eina simplifisering og streamjavnan av digitalu interaktiónini, sum merkir, at upplivingin hjá brúkaranum av appini er logisk og í tráð við brandingina. Og tað er í sjálvum sær ein manifestatión av, hví design er týdningarmikið: Design er jú ikki bara, at tað sær lekkurt út. Design er eisini, at tað følist lekkurt – at tað kennist lætt, trygt og persónligt.

Skermar frá samleika appini

Vegleiðingarfilmar

Hóast bæði Vangin og Samleikin eru einfaldir og lættir at brúka, vita vit, at fyri sjónveik og eldri fólk kann tøkni vera ein avbjóðing. Tí er vegleiðing umráðandi. Vit framleiddu eina ørgrynnu av vegleiðingarfilmum um, hvussu tú skrásetur teg á Samleikanum, hvussu tú brúkar Vangan osfr., so øll vita akkurát, hvussu tey skulu bera seg at fyri at fáa sum mest burtur úr Samleikanum og Vanganum.

Vit elska heildarloysnir. Tað er her, vit sleppa at spenna vøddar og vísa, hvør dugur er í okkum. Sniðgevar gera design og brúkaraflatur (UI) og brúkaraupplivingar (UX), høvundar finna boðskapir og smíða nøvn, og ráðgevar leggja strategiir og átøk til rættis og tryggja, at alt hongur saman. Í eini heildarloysn koma høvd og hendur saman við hvør sínum styrkjum og arbeiða í felag.

Talgildu Føroyar tóku eitt risafet, tá tey við Samleikanum og Vanganum leiddu almennu Føroyar inn í talgildu øldina. Vit hjálptu teimum tað seinasta strekkið á leiðini.