Tankar um design

Hvat er atferðardesign?

27
August 2020
Niels

Vit vilja ikki koyra ov skjótt. Og vit hava einki ímóti at gerast organdonorar, eta sunt ella gjalda rokningar til tíðina. Men tað er ikki altíð, at vit megna at gera tað rætta. Og oftani er tað alt ov lætt at ikki gera tað rætta.

Her kemur atferðardesign inn í myndina. Hetta er læran um, hvussu vit taka avgerðir, og hví vit gera, sum vit gera.

Tað eru nógv, sum kenna hugtakið nudging. Og nudging er ein grein av atferðardesign. Kendasta dømið er óivað flugan í pissirennuni, sum sparir milliónir í reingerð. Vit menn eru nemmir, ha? Ónda systkinabarnið hjá nudging eitur sludging. Tá er endamálið at manipulera brúkaran at gera okkurt, sum hann ella hon ikki hevði viljað gjørt.

Og her kemur tað etiska inn í myndina, tí atferðardesign er ikki at villleiða ella manipulera. Tí um tað er villleiðing, so verður tað uppdagað, og trúvirðið horvið. Tí tað kann jú ikki passa, at hotellkømrini á øllum hotellum, eg hyggi eftir, eru um at vera útseld.

Atferðardesign er at gera tað lætt at velja rætt – og at gera tað lættari at taka avgerðir, sum eru góðar fyri teg.

Her eru tey 10 atferðarprinsippini

1: Vegurin við minstu mótstøðuni

The path of least resistence

Ger tað lættari hjá móttakaranum at velja tað, sum tú ynskir, at hann skal velja – og legg forðingar, so móttakarin ikki líka lætt kann gera tað, tú ikki ynskir.

Dømi: Talið av hjúnaskilnaðum í Danmark øktist munandi, eftir at tað kundi avgreiðast á netinum. Bara tí tað var lættari.

2: Samanhangurin millum orð og gerð

Consistency

Vit vilja fegin gera tað, vit hava avtalað. Tá ið vit hava lagt eina ætlan fyri, hvat vit skulu gera – so er tað sannlíkari, at vit fara at gera tað.

Dømi: Obama fekk vallutøkuna upp, eftir at valátakið heitti á fólk um at planleggja teirra valdag frammanundan. Ella hatta klippikortið til 10 kaffikoppar. Tað bindur.

3: Ger einki val til títt val

Defaults

Um vit vilja hava fólk at taka eina ávísa støðu, so kann tað vera eitt hugskot at gera tað so, at um tey einki velja, so merkir tað, at valið er tað, sum vit ynskja.

Dømi: Tú skalt aktivt melda teg úr Fólkakirkjuni, men tú skalt aktivt melda teg sum blóðgeva ella organdonor. Git hvørjum tað eru flest av? Organdonorum ella fólkakirkjulimum?

4: Ræðslan fyri missi

Loss aversion

Vit virðismeta miss meira enn vit virðismeta framtíðarvinning. Tað, sum vit longu hava, er betri enn tað, sum vit ikki hava.

Dømi: Netflix brúkar hetta, tá tey lata teg brúka tænastuna ókeypis í 30 dagar. Ræðuligur tanki at “missa” Netflix aftur. Puha.

5: Trot og avmarkað útboð

Scarcity

Vit vilja hava tað, sum vit ikki kunnu fáa. Hetta verður brúkt, tá ið útboðið er lítið, og eftirspurningurin stórur: Vit virðismeta tað hægri, sum tað er eitt avmarkað útboð av. Hetta gevur meining. Tí um øll hini vilja hava tað, so má tað vera gott. Sí eisini nr. 9 niðanfyri.  

Dømi: Hevur tú nakrantíð sæð orðingina “Avmarkað nøgd” og “Bert 500 atgongumerki eftir”? Tú gitti tað. Tað er scarcityprinsippið – og tað riggar!

6: Afturboðan

Feedback

Okkum dámar væl at fáa at vita, tá ið vit gera okkurt rætt. Og vit reagera, tá ið vit verða kunnað um tað øvuta.

Dømi: Ein smílandi ella súrur smiley, tá ið vit antin halda hámarksferðina ella koyra ov skjótt. Tað hava tey í Vági – og tað kennist væl, tá ið skeltið smílir til mín.

7: Persónligt

Personalisation

Tá tað verður samskift við okkum persónliga, kunnu vit næstan ikki lata vera við at geva tí ans. Eisini er eitt gott dømi, at tá ið eitt produkt kann verða skraddaraseymað til okkara ella (enn betri) lutvíst samansett ella gjørt av brúkaranum sjálvum, so geva vit tí størri virði.

Dømi: Eitt handskrivað bræv fær okkum at lesa tað. Eisini um tað snýr seg um nakað so kavmoðið sum fíggjarviðurskifti. 🥱😴

8: Nær er sterkari enn hvat

Moment of power

Timing er alt. Og timingin vinnur oftani á boðskapinum. Nær ert tú opin fyri at broyta atburð? Vit kenna øll 1. januar, tá nógv okkara byrja at venja. Og tá ið vit júst eru flutt, eru vit eisini opin fyri nýggjum vanum, t.d. hvar vit fara til handils, hvussu vit koma til arbeiðis, og eisini endurskoða vit okkara tryggingarviðurskifti.

Dømi: Gransking hevur prógvað, at dómarar í USA revsa munandi harðari beint áðrenn døgurðatíman. Ræðandi, ha?

9: Vit gera sum hini

Social proof

Menniskju eru floksdjór. Soleiðis er tað bara. Tað merkir m.a., at vit helst vilja gera sum hini. Tí er tað effektivt at fortelja, hvussu onnur fólk gera. Og enn betur: At siga, hvat flestøll gera.

Dømi: Hotellheimasíðan sigur tær, at nógv í tínum grannalagi ella býi hava bílagt kamar á sama hotelli sum tú. So má tað vera gott.

10: Gávumildni

Reciprocity

Sýn blíðskap. Um brúkarin fær okkurt frá tær, so vil hann sannlíkt geva okkurt aftur. Tí tá kenst tað sum, at vit eru í parti. Og tey, sum eru fitt við meg, eri eg eisini fittur við. Tað er m.a. tí, at tað selur at geva ókeypis smakkiroyndir. Hetta prinsippið skal ikki lesast sum eitt nakað-fyri-nakað hugtak, men hetta vísir, hvussu vit sum menniskju afturløna góðum gerðum.

Dømi: Hetta er orsøkin til, at tann dagin tú, sum lesur hetta, fært brúk fyri einum sindri av atferðardesigni, so kann tað saktans vera at tú ringir til mín ella skrivar til mín (794 166, niels@sendistovan.fo). Hetta afturfyri, at tú púra ókeypis kanst lesa og læra um hetta, sum eg havi ómakað mær at skrivað til tín.