Hvat gert tú tá ið kundarnir ferð eftir ferð banka upp á skeiva hurð? Og tvey av Føroya sterkastu brandum hvørva frá degi til dags?
Tað vóru fleiri orsakir til at Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, Betri Pensjón og Inni gjørdust eitt monolitiskt brand, og samlaðust øll undir felagsnavnium Betri. Ætlanin var at tað skuldi vera ein “one-stop-shop” ella “alt á einum stað”, sum eisini bleiv sagt. Men hetta bleiv av ymiskum orsøkum bjóðað av og tí gjørdist skjótt greitt, at tað var neyðugt at gera nakrar tillagingar til upprunaligu ætlanina.
Eftir nøkur ár undir einum og sama brandi bleiv tað avrátt at her mátti okkurt henda.
Problemið
Avbjóðingarnar vóri fleiri. Av teimum heilt banalu var hetta við “alt á einum stað”, sum jú ikki passaði. So fólk kom hvønn dag á skeiva hurð. So var tað samskiftið. Tí hvør tosar egentliga her? Bassaføðingardagur, ferðatrygging og eitt grundstykki á Strondum til sølu. Alt í senn, og alt við sama avsendara.
Loysnin
Eftir drúgt kanningararbeiði og vigan av fyrimunum og vansum varð avrátt, at Betri skuldi aftur vera fleiri brand og avsendarar. Eins og tryggingin skuldi kunna tosa um tryggingar, og bankin skuldi kunna tosa um lán, so skuldi móðurfelagið sleppa at siga søguna um felagið, vit eiga í felag.
Prinsippini
Betri skuldi hava eitt designsystem, sum greitt gjørdi mun á móður- og dótturfeløgum. Harvið skuldi tað gerast lættari bæði hjá kundum at navigera, men eisini hjá dótturfeløgunum at samskifta um teirra vørur og tænastur, meðan móðurfelagið kundi tosa um tað kundaátta felagið, sum ger so nógvan mun her í samfelagnum.
At líkjast nóg nógv (frá)
Hvussu nógv skulu brandini likjast, og hvussu lætt skal man kunna síggja mun á teimum? Her vóru nógv modell frammi: Alt frá at bakka heilt aftur til gomlu brandingina, og til at bara feløgini skuldu kunna seta sítt navn niðast á adressulinjuna á sínum tilfari.
Endin bleiv, at Betri skuldi vera navnið hjá móðurfelagnum, meðan dótturfeløgini skuldu fáa sítt natúrliga eftirnavn. Betri Trygging, Betri Banki, Betri Pensjón og Betri Heim. Navnamerkini skuldu øll gerast á sama hátt, so tað var sami leistur, og sami myndastílur og skriftir skuldu vera til øll.
Og hóast designið skuldi byggjast upp á eftir sama leisti, so skuldu tey hava hvør sínar litir og hvør sítt bakgrundsmynstur.
Betri í eitt jørn
Navnamerkini, logotypurnar, eru skorin eftir sama leisti. Grøna hornið á Betri-búmerkinum er gjøgnumgangandi, eins og staðseting og typografi er tann sama sum høvuðsmerkið hjá Betri.
Soleiðis er ein greiður skyldskapur millum systurfeløgini og upp til móðurfelagið. Eisini bleiv ein animasjón gjørd til øll fýra navnamerkini, sum undirstrikar sama skyldskapin.
Tann, sum er elst, sleppur at velja fyrst
Litirnir vóru ein serstakliga stór avjóðing. Tað var givið, at tey fýra dótturbrandini skuldu hava hvør sín lit. Men ikki bara ein tóna, men fleiri í part. Og teir skuldu vera nóg ólíkir ikki at vera blandaðir saman, men samstundis passa saman reint estetiskt. Og so skulu teir helst kunna prentast, og bonusstig um folia finst (í øllum førum í høvuðslitunum). Minstist eg at nevna WCGA, so fólk við avbjóðingum við sjónini eisini fáa verið við?
Har designprinsippini vóru nokk so greið beinanveg, so tók hesin parturin langa tíð og nógva viðgerð. At loysa hetta fyri eitt brand krevur royndir og tunguna mitt í munninum. Royn at gera tað fyri fýra brand í senn. Góða eydnu við tí.
Men hvør skal hava hvønn lit? Tey bæði gomlu í samtakinum eru natúrliga tey mest rótfestu. Og júst tí skuldi Tryggingin sjálvandi vera blá, og Bankin sjálvandi vera grønur. Tað hevði verið saknur í bláu Tryggingini á Kongabrúnni, bæði innnanhýsis og uttanhýsis. So tað skuldu tey sjálvandi vera.
Og Bankin, Eik, Føroya Sparikassi hevur eisini altíð verið grønur. Og sum ein tilsipan til gamla Sparikassan – men eisini fyri at førka litin frá bjarta grøna litinum hjá móðurfelagnum! – bleiv ein oljuberjagrønur litur valdur til Betri Banka.
Eftir at søguligu rættindini til blátt og grønt høvdu verið brúkt, bleiv tað ein spurningur um hvørjir litir hóskaðu seg til Betri Heim og Pensjón. Hetta endaði við lilla til Betri Pensjón og reytt til Betri Heim. Í allari tilgongdini við litum var hugtakið “at eiga ein lit” eisini havt í huga. Tí alt eftir hvørjari vinnugrein tú ert í, er tað gott at hava litin fyri seg sjálvan. Og soleiðis endaðu teir 4 brandlitirnir hjá dótturfeløgunum við ikki at nærkast litum hjá kappingarneytum heldur.
Móðurfelagið fekk ongan lit. Ella rættari fekk allar, tí her bleiv eitt mynstur teknað, sum hevur litirnar hjá dótturfeløgunum øllum. Eitt fimta element, sum tað kallast.
Fimta, sætta, sjeynda og níggjunda elementið
Innan branddesign tosar man um høvuðselementini búmerki, litur, skrift og myndir. Afturat hesum hava vit fimta elementið. Aldan hjá Coca-Cola, smílikullan hjá Amazon og klombrurnar hjá Tuborg. Eitt element, sum er nakað eyka. Hjá Betri er hetta eitt mynstur.
Hvørt av dótturfeløgunum hevur eitt mynstur, sum er sett saman við horninum frá Betri-búmerkinum. Eitt hús til Heim, ein verjugarður til Trygging, eitt flugubein til Bankan og fjallatoppar til Pensjón. Ella er tað ein fuglur sum ímyndar frælsi? Ein stuðlandi viðleikari, sum tú kanska ikki gevur tær far um. Men tað er har.
Mynstrið hjá móðurfelagnum er nakað øðrvísi. Her vísa vit til samanspælið ella samanhaldið hjá dótturfeløgunum. Allir litirnir, samanvovnir í eina heild.
Ein skrift. Ella er tað 64?
Superfamilja. Tað er tað, sum man kallar skriftfamiljur sum Albra. Hon hevur alt. Føtur og ikki. Stór og smá tøl. Smalar og breiðar stavir. Display og vanligt. Soleiðis fæst ein samanhangandi heild í øllum samskiftinum.
Albra er samleikaberandi og verður brúkt í øllum samtakinum. Somu grundformar og proporsjónir, men eitt hav av variasjón.
Tað, sum hetta gevur, er at tú kennir samskiftið frá Betri-samtakinum aftur. Tað hoyrir saman, eisini um tú ikki sært nakað logo. Her er tað, at styrkin í designelementunum hvør sær eiga at vera sterk, so tú sært hvør samskiftir, bara tú hevur nøkur av elementunum við. Og tað megnar hendan skriftfamiljan til fulnar.
Eitt felag, vit eiga í felag
Tað besta við úrslitinum var at nú er tað greitt, hvør ið samskiftir. Sjálvandi tosar Tryggingin um tryggingar, Bankin um gjaldskort, Pensjón um frælsi og Heim um hatta grundstykkið á Strondum. Men móðurfelagið sleppur endiliga at tóna reint flagg og siga søguna um felagið, vit eiga í felag. Demokratiska og kundaátta felagið, sum ikki hevur sín líka í Føroyum.
Hetta er jú branding: At ávirka uppfatanina hjá øllum øðrum av tær til tað, sum tú ynskir at hon er. Og nú hevur Betri allar møguleikar at vinna hjørtu, marknaðarpart og kundar.
Stóra takk fyri álitið.