Tankar um design

Til arbeiðis í náttbuksum

27
May 2020
Niels

Seinasta tíðin hevur verið øðrvísi fyri okkum øll. Korona-tíðin. Tankarnir mólu í høvdinum, tá ið myndugleikarnir sendu øll til hús á grækarismessu. Hvussu verður við uppgávunum? Steðgar alt upp nú? Hvussu leingi fara vit at hava nokk av arbeiði til okkara fólk? Men tað vísti seg ikki at vera veruleikin, og hvønn dag hava vit havt nokk at gjørt – og meira afturat. Tíbetur!

Ein nýggjur dagur. Upp úr seingini, kaffi í koppin, telduna undir armin – og beint í song aftur. Í seinastuni havi eg byrjað dagin á Teams til online-morgunfund við starvsfeløgunum. Morgunfundir, har vit fara ígjøgnum uppgávurnar, sum liggja fyri dagin, eru ikki nakað nýtt fyribrigdið fyri okkum á Sendistovuni. Morgunfundin rópa vit dagligt stand-up, tí vit standa uppi (og saman) og taka status. Summi tvíhalda um at kalla fundin fyri morgunstanding – guess who. Men tá ið Korona so kom til landið, varð morgunfundurin fluttur yvir á Teams. Og sum dagarnir gingu, vórðu skjúrturnar skiftar út við slábrokk, og kovboybuksurnar við náttbuksur.

Ein mancave, eitt verkstað og eitt køksborð

Í slíkum støðum eru vit á Sendistovuni ómetaliga heppin: Vit fáa arbeitt allastaðni. Dagliga, t.e. pre-korona, sita tvey okkara í útlondum og arbeiða umvegis netið. Fyri tey var skiftið til Teams ikki nakað nýtt sum so. Fyri onnur var tað ein stór broyting. Teams, telefon og teldupostur blivu samskiftistólini við kundar okkara eins og innanhýsis.

Myndir frá okkara heimum

Flestu okkara góvu sær stundir at vera meira saman við familjuni. Men tað var ymiskt, hvussu vit fóru til verka. Búgvi sigur, at kontórið var har, sum hjartað var: Í køkinum, í stovuni og, tá sólin sá, á terassuni. Fyri design-toymið var tankin um bólkaarbeiðið ørkymlandi í fyrstuni – tó ongantíð ein veruligur trupulleiki.

Meira myndir heimanifrá

Ingrið undirstrikar, at menniskja fær verið kreativt allastaðnis. Eisini um tað hjá henni merkti, at tað ikki varð etið við køksborðið í átta vikur. Henry tók leiðina oman í eina tóma Sendistovu at seta seg, tí har fekk hann skrivað í frið og náðum. Dánjal garderaði seg uppi á loftinum í hansara mancave. Fyri Jensiu og Ann-Mari merkti Korona, at tær sluppu undan at koyra 45 minuttir hvønn vegin til arbeiðis. Betri tíð til kreativitet og betri tíð til familjuna. Ann-Mari stáplaði eitt heimakontór upp á beinini í kjallaranum hjá foreldrunum, og har varð borðreitt við døgurða og desert hvønn dag. Um ein Korona-bylgja afturat fer at herja, og eg verði send heim at arbeiða, veit eg, hvar eg fari.

Meira myndir heimanifrá

Sum sagt, var skiftið til Teams ikki nakað nýtt fyri tey, sum eru von at arbeiða heimanífrá. Svabo, tað er Katrin, býr niðri og er von at samskifta við okkum og kundar okkara online. Hans er eisini vanur at arbeiða heima: "Teams hevur verið suverent. Og tað at byrja hvønn dag við einum felagsfundi og annars møtast javnan á Teams hevur verið nice og ført við, at man ikki er komin í totalt sosialt undirskot."

Saman ella hvør sær

Nú tveir mánaðir seinni er seingin uppreidd aftur, og eg siti saman við starvsfeløgunum úti á Stiðjagøtu 11. Vit hava funnið útav, at hóast myndugleikarnir senda okkum heim at arbeiða, klára vit okkum. Men vit merkja munin, nú vit eru komin aftur í vanliga gerandisdagin. Dynamikkurin er ein annar, tá ið vit eru saman. Sparringin, skemtið, samstarvið – felagskapurin – er nógv sterkari, tá ið vit eru saman. Tó so – tað er einki fyri at arbeiða á terassuni ella í seingini til tíðir. Vit hava amboðini, og nú eisini eitt forstáilsi fyri, at vit ikki noyðast at sita í sama rúmi fyri at vera kreativ. Hetta situr eftir sum tann týdningarmikli lærdómurin: Saman ella hvør sær – einki steðgar okkum í at skapa.