Tankar um design

Tín heimasíða er als ikki til tín

4
March 2025
Niels

Hví tykkara organisasjónsdiagramm ikki skal samsvara við bygnaðin á tykkara heimasíðu.

Vit á Sendistovuni hava gjøgnum ár og dag gjørt rættuliga nógvar heimasíður. Og eitt gjøgnumgangandi tema er at tað er torført at raðfesta brúkaran, kundan, móttakaran, tá ið innihaldið skal skipast.

Í hesum blogginum fara vit at rósa Landsverki fyri at gera tað púra rætt. Men fyrst kemur ein søga frá veruleikanum frá einari ónevndari fyritøku:

Mín knappur skal vera størri enn tín knappur

Fyri rættuliga nógvum árum síðani sótu vit á fundi við eina fyritøku, sum skuldi hava eina heimasíðu. Minst 10 fólk á fundi, og fleiri av teimum vóru deildarleiðarar. Fundurin snúði seg um bygnað, menupunkt og skipan av innihaldi á síðuni. Soleiðis yvirskipað, nýtt og spennandi tað heila.

Tað áhugaverda við fundinum var, at hvør deildarleiðari vildi tryggja sær, at júst hansara deild var sjónlig á forsíðuni. Hetta var einaferð í ‘00-unum, og tit minnast heimasíður tá. Smalar, breddar báðumegin við, og høvuðsknappar ovarlaga, sum inngongdir til ymisk øki.

Og vit royndu sjálvandi at argumentera fyri, at vit mugu raðfesta tað, sum hevur týdning fyri kundan. Men gakk. Um hasin deildarleiðari fær ein knapp á forsíðuni, so skal eg eisini hava ein knapp á forsíðuni. “Mín deild er líka týdningarmikil sum tín deild”, var líkasum útgangsstøðið. og hóast øll kunnu vera samd um at hvørki kundadeildin ella kt-deildin kunnu virka uttan hvørja aðra, so hevur tann fyrra munandi meira relevans fyri ein vitjandi á heimasíðuni.

Hendan hendingin er karikerað, og nakað væl enntá. Men hetta er oftani tað, sum man gloymir. Tað er ikki vit, sum eru áhugaverd – tað er hvussu vit kunnu hjálpa okkara kunda, sum er áhugavert.

Landsverk hevur skilt tað

Men oftani riggar tað. Og ein stovnur, sum hevur raðfest púra rætt, er Landsverk. Landsverk er ein serstakliga kompleksur stovnur, sum ger alt frá at viðlíkahalda tyrlupallar til at byggja skúlar og frá at skumpa kava til at bora tunlar.

Her er vavið av uppgávum, sum Landsverk ger so breitt, at tað als ikki letur seg gera at toga alt fram á heimasíðuni. Her gjørdu vit saman eitt drúgt arbeiði, sum endaði við at Landsverk ber seg fram við trimum leiklutum, kasjettum, samskiftissporum ella enntá persónligheitum. Og hesi hava onki við formella bygnaðin av stovninum at gera:

Landsverk fyri borgaran

Koyrilíkindi, vevmyndir, veðurstøðir, kavarudding, aldumátingar. Kundavendi og blíði hjálparin, serliga á hávetri, tá Landsverk er álitið fyri alla samferðslu og tryggjar at tað er koyrandi. Hetta er fitta útgávan av Landsverk.

Landsverk fyri vinnulívið

Veitarin, sum framleiðir og selur skerv, asfalt og aðrar tænastur sum sjóuppmátingar. Professionelt og ordiligt. Business to business. Professionella Landsverk.

Landsverk sum byggiharri

Eftirlit, útboð, kravfestingar og kunngerðir. Strangi myndugleikin, sum arbeiðir fyri land og fólk. Hetta er fýrakantaða og treiska Landsverk.

Hesi trý sporini eru heilt ymisk. Og tú noyðist ikki eingang at gita hvør man fylla mest á forsíðuni á heimasíðuni. 98% av vitjandi vitja neyvan annað enn bert forsíðuna, tí hetta er tað, sum er relevant fyri okkum vanligu deyðiligu. Um um eg skal brúka markvirði fyri nitrogendioxid í inniluft sbrt. bygningskunngerðini, so skal eg nokk finna tað. Tað er annars beint her. Men tað er ikki tað, sum er mest relevant fyri flest fólk. Tey vilja bara vita um tey sleppa til arbeiðis ella ikki.

Um vit so hyggja eftir bygnaðaryvirlitinum, organisasjónsdiagramminum, so hevur tað ikki serliga nógv við hasi trý sporini omanfyri at gera. Her er í gussjer onkur deildarleiðari, sum ikki hevur fingið ein knapp.

Uttanífrá og inn

Soleiðis skal tað gerast. Brúka orku upp á at raðfesta hvat hevur týdning fyri móttakaran, set títt deildarego til viks og ger tað lætt at samskifta tað, sum fólk hava brúk fyri.

Hetta er ikki lætt, og er helst orsøkin til at innanífrá og út er normurin. Tað er (nógv! NÓGV!!) lættast at samskifta innanífrá og út. Eg veit um meg, og eg má fortelja tær um meg. Tað veit eg jú alt um. Men kunsturin er jú at seta seg í kundans stað og spyrja hvat er relevant? Tað dugir næstan ongin. Uttan kanska Landsverk. Og kanska eisini vit?