Okkara tilgongd

Tá ið alt gongur upp í eina hægri eind

9
January 2025
Niels

Tað var stuttligt at síggja varðagøtugongutúradesignsystemið, sum vit hava gjørt saman við Visit Faroe Islands hanga saman. Hetta kundu vit staðfesta tá ið vit gingu túrin úr Kirkjubø til Havnar. Ávaring: Sjálvrós fyri framman.

“I love it when a plan comes together”. Sitatið eitur Hannibal, leiðarin hjá the A-Team. Tað passar also, at tað var tað, eg hugsaði, tá ið eg við beiggjum gekk mín fyrsta rættuliga bygdagøtutúr í fleiri ár.

Myndirnar hevur okkara Maibritt tikið.

Eitt samanhangandi designsystem.

Øll skelting, sum vit framleiða fyri Visit Faroe Islands hongur saman. Hon virkar sum eitt designsystem, sum bæði er logiskt og virkar, er estetiskt og vakurt, ektað og føroyskt – og minniligt og serstakt.

Umframt skeltingina, so hava vit eisini designað økiskortini fyri allar Føroyar og visitfaroeislands.com og í hesum samanhanginum serliga bygdagøtur.fo.

Soleiðis er alt ein samangangandi heild, so tað er greitt at her er tað Visit Faroe Islands, sum samskiftir.

Kirkjubøur–Tórshavn

Her í grannalagnum úti í Vika í Havn byrjar (ella endar) bygdagøtan millum Kirkjubø og Havnina. So tað var upplagt at royna hetta her. Túrurin er lættur og inniheldur eisini øll elementini, sum eru gjørd til skeltaverkætlanina.

Allarfyrsta stig er á bygdagøtur.fo, har túrurin er væl lýstur.
Við busssteðgistaðið í Kirkjubø stendur bygdaskeltið. Praktisk kunning um bygdina og økið rundanum. Tú ert her, og gøtan byrjar haruppi.
Á vegnum niðan móti gøtuni eru varðagøtuikon á asfaltinum. Hesi geva tær vissu fyri at tú ert á rættari kós.
Beint innan fyri portrið stendur gongutúraskeltið. Her er kunning um rutuna, torleikastig, og hvussu túrurin er uppmerktur. Skeltið larmar ikki, og fellur væl inn í lendið – júst sum ætlað. Fylg bláu steyrunum og varðunum til Havnar.
Steyrar og varðar. Tá tað er langt millum varðarnar eru steyrarnir góðir. Teir eru nóg sjónligir til at tú sært teir, og nóg diskretir til at teir ikki órógva í náttúruni. Tað er Verkstaðið Vón, sum fremleiðir steyrarnar.
Uppi við Reynsmúlalág, miðskeiðis á túrinum, er eitt kunningarskelti. Siðsøga og frágreiðing, og ennta ein tekning eftir William Heinsen.
Úr Havn kanst tú ganga bæði til Kirkjubøar og Velbastaðar. Tað er her, at gøtan deilir seg í tvey. Tórshavn til høgru, Velbastaður til vinstru.
Varðar og steyrar. Intuitivt.
Komin til Havnar síggja vit skeltið úr hinum endanum. Designsystemið riggar.

Sum eg skrivaði í byrjanini, so var hetta tann fyrsti túrurin í fleiri ár. Men síðani hendan túrin havi eg longu verið ein túr afturat. www.bygdagøtur.fo er nokk so genialt. Um vit skulu siga tað sjálv.