

Apoteksverkið hevur verið fyri einari modernisering. Simplifisering. Rasjonalisering. Apoteksverkið fór frá langa stovnskenda navninum “Apoteksverk Føroya”, sum annars hevði eini seks ymisk búmerkir (eitt til hvørt apotek) til tað lættara stytta navnið og eitt redesign.
Eitt redesign, sum skal tryggja, at Apoteksverkið verður sæð sum modernað, fakligt og professionelt: Ein stovnur, sum partur av bæði tilbúgving og heilsuverki, eigur og skal hava álit millum kundar, myndugleikar og samstarvsfelagar.
Umframt yvirskipað branddesign og skelting fevndi uppgávan eisini um at redesigna allar tær vørurnar, sum Apoteksverkið framleiðir.
Fyri okkum, sum gera design, er hetta kanska tann allar mest spennandi uppgávan: At okkara design verður til eitt ítøkiligt ting, sum stendur á handilshillini og kappast við aðrar vørur, fyri síðani at enda heima hjá fólki. Tá er design ikki longur bara samskifti – tað er ein partur av gerandisdegnum hjá fólki.







