Átak
Kundi
Mowi

Hetta er annar kapittul í søguni um Rinku. Rinka 2.0 eitur hann her í húsinum.

Hevur tú sæð upprunafilmin um Rinku, so sært tú, at hetta er eitt framhald. Ella ein spegling. Hon er sterk, bleiv sagt í fyrra filminum. Her er tað kvinnan, sum er sterk. Sum er úti og dyppar, meðan maðurin ger mat og borðreiðir heima. Har fyrri filmurin snýr seg um umhvørvið og rávøruna, so snýr hesin seg um matin og menniskjaligu sambondini, sum máltíðin er karmur um.

Rinka 2.0 var ein stór framleiðsla. Enntá við Eivør sum solisti saman við symfoniorkestri í nýggjari innspæling av lagnum “Nærveran” hjá Marius Ziska – framleidd til endamálið.

Úrslitið er ein flott samanrenning millum søguforteljing, branding, tónleik, náttúru og grundtankan við brandingini: Laksur er femininur.