Brand
Vøra
Talgilt
Átak
Kundi
Mowi

Hvussu kann ein sushi-kokkur í Los Angeles vita, at laksurin í hondum hansara er føroyskur laksur frá Mowi? Svarið er branding. Laksurin fekk bæði navn og kynsskifti: Rinka er feminin, og skilur seg veruliga frá øðrum laksi.

Hetta er branding í sínum reinasta formi: Vit seta navn á eskjurnar og táknumerki í laksin, so tað var teimum greitt, hvussu laksurin eitur. So næstu ferð laksur skal keypast, er tað lætt at biðja um júst hendan laksin. Føroyskur laksur er einastandandi góður. Men eitt er góðska; nakað heilt annað er uppfatað góðska. Her gjørdi brandingin mun og skapti meirvirði. Frá fyrsta degi.